Vitlíki á arbeiðsplássinum: Hvat er best at gera nú?
Starvsfólk á almennum arbeiðsplássum í Føroyum brúka longu vitlíki hvønn einasta dag — gjøgnum telefonir, arbeiðisteldur og skipanir, sum tey longu hava atgongd til. Spurningurin er ikki, um vitlíki verður brúkt, men um nýtslan verður tilætlað, trygg og skipað — ella duld, tilvildarlig og váðamikil.
Hvat er skuggavitlíki?
Skuggavitlíki hendir, tá ið starvsfólk í góðari trúgv og fyri at loysa eina uppgávu skjótari líma tekst inn í alment atkomilig vitlíkisamboð sum ChatGPT og Gemini á telefonini ella telduni.
Trupulleikin er, at almenn vitlíkisamboð ofta ikki eru góðkend til upplýsingarnar og endamálið. Áðrenn eitt amboð verður brúkt, skulu stovnurin og arbeiðsgevarin hava greið endamál, lógargrundarlag, dátuviðgerðaravtalu, atgongdarstýring, varðveitslutíð, dátuminimering og hóskandi trygd. Verða dátur fluttar av landinum, skulu flutningsgrundarlag og verndartiltøk eisini vera í lagi; grundleggjandi váðametingin krevst tó, sama hvar dátur verða hýstar.
Kelda: Dátueftirlitið — Flutningur av persónupplýsingum úr Føroyum.
Leiðsla, KT og starvsfólk í felag
- Leiðslan eigur málið — setur kós, mørk og ábyrgd.
- KT tryggjar karmarnar — trygg amboð, dátuvernd og yvirlit.
- Starvsfólkini finna virðið í gerandisarbeiðinum.
Seks stig til trygga og skipaða nýtslu
- Gerið vitlíki til eina leiðsluábyrgd.
- Kannið, hvat longu hendir.
- Setið tryggar og gagnligar karmar.
- Gevið fólki góð amboð.
- Skapið rúm fyri regluligari læring.
- Skiljið vitlíki nóg væl til at leiða.
Tak ritlingin niður
Tak ritlingin niður sum PDF. Vitlíkisstovan hjálpir føroyskum almennum stovnum við handaligari og tryggari innleiðslu av vitlíki — strategiskari ráðgeving, greiðum reglum, verkstovum og greiðum mørkum fyri, hvat kann deilast.